Hálv millión til Pál

Stjórnin í ÍSF hevur gjørt av, at svimjarin Pál Joensen skal hava 500.000 krónur av teimum 600.000 krónur, sum landið letur ÍSF til úrvalsítrótt í ár. Hesum boðaði Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, frá í sjónvarpssendingini 3-2 mánakvøldið. Hann greiddi frá, at tey í ÍSF ynskja at umsita pengarnar frá landinum so væl sum gjørligt. - Í fjør fekk Pál Joensen eisini munandi part av upphæddini frá landinum, og vit sóu hann gera stór framstig. Hetta hevði neyvan verið møguligt uttan peningin frá landinum. Vit hava fingið frágreiðing frá Svimjisambandinum, og vit eru nøgd, segði Sølvi Reinert Hansen í sjónvarpinum.