Innsavning
At føroyingar eru glaðir gevarar varð enn einaferð staðfest leygardagin, tá Reyði Krossur savnaði inn til neyðstødd. Undir yvirskriftini »Hús úr húsi« fóru á leið 350 innsavnarar við 370 bússum á dyrnar í húsarhaldum kring landið, og fyribils metingin sigur, at okkurt um ein hálv millión krónur eru savnaðar inn.
Í sambandi við innsavningina leygardagin høvdu Eik og Føroya Banka latið deildirnar upp í miðbýnum í Havn millum klokkan 15 og 16, so innsavnararnir kundu sleppa av við bússurnar við innsavnaða peninginum beinanvegin.
Fyribils uppteljingin vísir, at 215.925 krónur vóru komnar inn, ið gav eitt meðaltal upp á 2.250 krónur fyri hvørja bússu. Meir enn 300 bússur vóru í morgun eftir at telja upp, og tí roknar formaðurin fyri Reyða Kross, Suni Vinther, við at endaliga upphæddin fer at runda hálvu milliónina.
Reyði Krossur nýtir í hesum sambandi høvi til at takka innsavnarum, peningastovnum og fyriskiparum fyri teirra hjálp í sambandi við hús úr húsi-innsavningina.
Orsøkin til stóru undirtøkuna heldur Suni Vinther vera, at felagsskapurin kanska hevur verið meiri úti um seg, og at fjølmiðlarnir hava sett meiri ljós á innsavningina, enn tað onkuntíð fyrr hevur verið.
Innsavnaði peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiði úti í heimi.









