Hálv millión flýdd úr Sýrialandi

Nýggj tøl hjá ST-flóttafólkastovninum, UNHCR, vísa, at meiri enn 500.000 fólk eru flýdd úr Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaði fyri næstan hálvum øðrum ári síðani.

-Eftir teimum seinastu upplýsingunum úr Turkalandi, Libanon, Jordan, Irak og Norðurafrika eru 509.500 fólk flýdd úr Sýrialandi, sigur UNHCR-skrivstovan, sum er í Geneve í Sveis. Sagt verður, at 425.000 sýrar eru skrásettir sum flóttafólk, og at hini 85.000 verða skrásettir nú.

Tey flestu, sum eru flýdd úr Sýrialandi, eru farin til Turkalands og Libanon.