Parturin hjá Tórshavnar býráð liggur ikki eftir, nú stundin nærkast, tá ið Tórsvøllur verður tikin í nýtslu. Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið at veita grunninum Tórsvølli meirstuðul á 445.000 krónur til víðkaðu verkætlanina, nú avgjørt er, at Tórsvøllur skal rúma 6.600 sitandi áskoðarum mótvegis 4.400 sum upprunaliga ætlanin var. Stuðulin verður veittur av íløgujáttanini fyri komandi ár. Framman undan hevur Tórshavnar býráð stuðlað við góðari hálvari aðrari millión krónum. Samlaði stuðulin er tískil 1.990.000 krónur.
- Tað er væl givið út samanbera vit við, at tað kostaði 4 mill. krónur at leggja graslíkisvøllin á. Tórsvøllur er eitt megnararbeiði, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs.
Umframt hevur býráðið latið økið í Gundadali og tað, sum tað hevur kostað at gera økið byggibúgvið, tað vil siga umleið 6 milliónir krónur.
Roknar tú við, at hetta er seinastu ferð, Tórshavnar býráð viðger áheitan um stuðul til Tórsvøll?
- Tað er ringt at siga. Um fleiri áheitanir koma, viðgera vit tær og so tekur býráðið støðu til ta tíð. Eitt nú skulu ljóssteyrar upp og hvussu teir verða fíggjaðir, vita vit ikki enn, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tá ið Tórsvøllur er liðugur kostar hann umleið 16 milliónir krónur. Upprunaliga ætlanin, sum eisini hevði rennibreyt, varð mett at kosta 28 milliónir krónur.
Rennibreytin
Tórshavnar býráð samtykti fyri stuttum at seta eina millión krónur av um árið í trý ár til gerð av rennibreyt eftir tilmæli frá mentamálanevndini.
- Hvar rennibreytin verður er ikki greitt enn. Hon kundi verið rundan um Tórsvøll, men eisini aðra staðni. Hví ikki leggja hana á økinum við Studentaskúlan í Hoydølum. Tá ið tann nýggi studentaskúlin er bygdur á Flat, kundi tann gamli eitt nú verið brúktur til ein altjóða ítróttaskúla ella háskúla, sigur Kaj Leo Johannesen, ið leggur afturat, at hetta er sagt fyri egnu rokning.