Hálv miljón til keyp av báti og kvotu

Í Føroyum skal orðið ?studningur? helst ikki takast upp á tungu - í hvussu er ikki, tá ið ræður um vinnuna. Men norðmenn eru eftir øllum at døma ikki vorðnir so modernaðir enn Á heimasíðuni hjá norska Fiskeribladet verður víst til grein í Finnmarken.no, har kommunustýrið í Nesseby, sum liggur í Finnmørkini, helst fer at játta einum ungum fiskimanni hálva miljón krónur í stuðli til keyp av báti og kvotum.

Kommunustýrið hevur í sínum útgangsstøði sett eina rammu upp á 150.000 krónur til stuðul til ungar menn í kommununi, sum vilja keypa sær bát og kvotur

Men á fundi í formansskapinum 5. februar varð einmælt samtykt at senda umsóknina víðari til kommunustýrið, tí formansskapurin heldur, at Edgar Olsen eigur at fáa ein enn størri stuðul.

Ráðsmaðurin, Stian Lindgård, sigur, at politiski vælviljin hjá kommununi hevur við unga aldurin hjá Egdari at gera, og hann er samstundis yngsti fiskimaðurin í kommununi.

Edgar Olsen hevur søkt um hálva miljón krónur í stuðli, og sum skilst, er ikki óvist, at kommustýrið fer at ganga umsókn hansara á møti.