Hálv øld síðan Victor Danielsen andaðist

Í dag, 2. február, eru fimmti ár farin, síðan Victor Danielsen, trúboðari, bíbliutýðari og skald, andaðist.

Victor varð føddur í Søldarfirði, 28. mars 1894. Hann gekk á læraraskúla í Havn 1911 - 1914, tá ið hann innan fyri Heimamissiónina upplivdi eina andaliga kollvelting, sum fullkomiliga broytti hansara lív.

Hann byrjaði sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba, men gavst longu 6 - 7 mánaðir seinni og byrjaði at virka sum trúboðari. Í 1916 fór hann úr kirkjuni og gjørdist ein hin ídnasti trúboðarin innan fyri brøðrasamkomuna, og alt sítt lív ferðaðist hann kring alt landið og prædikaði. Í 1920 giftist hann Henrikku Malenu f. Olsen úr Søldarfirði, og í 1928 fluttu tey til Fuglafjarðar.

Victor gjørdi tað bókmentaliga bragdið einsamallur maður at týða alla Bíbliuna til føroyskt. Nýggja Testamentið kom út í 1937, og 19. mars í 1949 lá øll Bíblian á fyrsta sinni á borðinum á okkara móðurmáli.

Victor umsetti umleið 900 sálmar til føroyskt og yrkti sjálvur einar 30. Umframt Bíbliu og sálmabók skrivaði Victor Danielsen 2 skaldsøgur: Aðru ferð (1927) og Nei, lyftið sveik ikki (1947). Umframt hetta týddi hann umleið 20 bøkur til føroyskt.

Gjøgnum bókmentaliga arbeiði sítt, serliga gjøgnum bíbliutýðingina og sálmabøkurnar, fekk Victor Danielsen sera stóran týdning, og ávirkan hansara, sum røkkur langt út um brøðrasamkomuna, hevur havt sera stóran týdning fyri Føroyar og ikki minst fyri føroyskt samkomu- og kirkjumál.

Í desember mánaði 1999 varð Victor Danielsen saman við William Heinesen kosin til aldarinnar rithøvund av lesarum Dimmalættingar. Tann 28. september 2008 varð standmynd av Victori Danielsen avdúkað í Fuglafirði.