Tað er hvítnað í fjøllunum og avfallið er líka nógv heglingur og vátaslettingur sum regn, tó at hitin ikki er kropin niður um frostmarkið enn.
Hetta ger tó, at fólk mugu ansa sær eitt sindur betri enn vanligt í ferðsluni.
Nú arbeiðsdagurin er um at enda og fólk byrja at koyra heim og mong fara út á landsvegirnar, kann vera hent at kaga inn á heimasíðuna hjá Landsverk at kanna koyrilíkindini.
Landsverk boðar beint nú frá, at tað er hált, serliga vestanfyri og norðanfyri.
Roknast kann við hálku um Gjáarskarð, á Kambsdali, eystanfyri Norðskálatunnilin, við Streymnes, um Høgareyn, um Sandavágsháls, á Vatnsoyrum og á Sundi.
Landsverk boðar eisini frá nógvum vindi um Porkerisháls. Har er í løtuni skrið, í hvirlunum upp í 27 m/s.