Hált kring landið

Landsverk boðar frá, at tað er hált kring at kalla alt landið. Harvið eru koyrilíkindini ivasom. Nú í morgun skrivar Landsverk, at roknast kann við hálku á hesum vegatrekkjum:

  • Dalavegur til Viðareiðis 

  • Klaksvík, Gerðabøur

  • Gjáarskarð 

  • Kambsdalur 

  • Gøtueiði

  • Runavík 

  • Tjørnuvíkarvegurin 

  • Høgareyn 

  • Á Sandavágshálsi 

  • Vatnsoyrar 

  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð 

  • Kaldbaksbotnur 

  • Sund 

  • við Velbastaðháls

  • Sandoy, á Brekkuni Stóru 

  • Hvalba 

  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin