Hált, krapi og áarlop

Rættiligt blot er í nátt komið í nógva kavan, sum hevur ligið hesar seinastu dagarnar. Nógvastaðni eru smærri skalvalop komin oman á landsvegirnar, m.a. í Kollfjarðardali.

Fyrr í morgun vóru menn frá Landsverki í ferð við at rudda innarlaga í dalinum, eftir at áarførið og regnið høvdu ført kava, grót og mold oman á vegin.

Teir hava somuleiðis arbeitt við at opa áirnar, soleiðis at vatnið kann renna frítt omaneftir.

Annars verður sagt frá góðum koyrilíkindum kring landið, men tað eru framvegis tey støðini har tað framvegis er hált og krapi. Men heitt verður kortini á bilførarar at koyra varliga og vísa bilskil.