Hólmgongan varð av ongum

Nøkur nýggj gøtunøvn vóru tað hendingarríkasta á býráðsfundinum hjá Tórshavnar býráð hóskvøldið

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Býráðsfundurin hjá Tórshavnar býráð í kvøld gjørdist ongantíð til nakra uppgerð, sum kanska roknað varð við.
Í Dimmalætting hevur borgarstjórin, Jan Christiansen, givið ilt av sær um atburðin hjá Heðini Mortensen, varaborgarstjóra.
Hann vísir á, at Heðin Mortensen hevur alt ov góðan hug at kalla seg virkandi borgarstjóra, og hann hevur lyndi til at taka heiðurin fyri ting, ið hann ongar heiður eigur fyri. Samstundis fílíst hann á brot á tagnarskyldu.
Tann kanska væntaða hólmgongan varð av ongum. ístaðin var Tórshavnar býráð so samt sum ongantíð fyrr á býráðsfundi hóskvøldið.
Alt varð samtykt einmælt á einum rekord stuttum fundi.

Tjóðveldið til reiðar
Skuldi hugurin hjá serliga Fólkaflokkinum at vera í meiriluta við Sambandsflokkin minkað niður um pínumarkið, so er Tjóðveldisflokkurin klárur. Hetta ger flokkurin greitt í einum tíðindaskrivi. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eiga í alt sjey sessir í Tórshavnar býráð, og hetta er nokk til ein meiriluta.
? Tjóðveldisflokkurin ásannar, at tað áhaldandi stríðið millum báðar borgarstjórarnar, Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum og Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, er skaðiligt fyri Tórshavnar Kommunu.
Nú hetta stríð stendur í ljósum loga og ikki kann dyljast fyri almenninginum longur, er Tjóðveldisflokkurin sannførdur um, at stundin er komin til at fara undir tingingarnar um at skipa ein nýggjan meiriluta, sum tekur býráðsarbeiðið í fullum álvara og vil arbeiða borgarunum til frama, skrivar Tjóðveldisflokkurin í tíðindaskrivi.
Jan Christiansen heldur tó bæði beinini á jørðini, og hann fer ikki frá borgarligu samgonguni til tað meira sjálvstýrandi sum er.

Gøtunøvn
Fyri tað nógva vóru tað nýggj gøtunøvn, ið komu fyri dagin á býráðsfundinum.
Úti á Argjum er komin ein "Hagarás". Við norðara ringveg verður í framtíðini ein Poul Juels gøta.
Í Kaldbak hava tey fingið eina røð av nýggjum nøvnum. Tað er í sambandi við, at grind skal skiftast í húsapartar, at neyðugt er við gøtunøvnum og hvørt hús skal hava eina adressu. Eisini er ein løgtingslóg komin, ið krevur, at øll hús skulu hava gøtunavn og nummar. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri, at onkur misskiljingar skulu koma fyri, tá sløkkilið, sjúkrabilur ella annað líknandi verður boðsent í einari neyðstøðu.

Fólk í Kaldbak og øll onnur mugu í framtíðini venja seg við fylgjandi nøvn:
á Bø, Krossgøta, Mjólkargøta, Skriðubakki, við À, á Soylugørðum, á Gørðum og á Varðnípu.

Eftir hvat skilst taka nøvnini støði í staðarnøvnum har á leiðini.

Somuleiðis vórðu eykajáttanir til fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn á skránni á býráðsfundinum. Meira stendur um hetta aðrastaðni á síðuni.