Borgarafundur
Kollafirði: Kollafjarðar Ítróttarfelag fyllir 65 ár og fer at fáa eina ítróttarhøll í føðingardagsgávu komandi ár, segði Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, á borgarafundi í Kollafirði mánakvøldið.
Við tí meinti hann helst ikki, at høllin fer at standa púra liðug og klár at taka í nýtslu, men heldur, at byrjað verður upp á hana í komandi ári.
Heðin Mortensen metti, at tá ítróttarhøllin í Hoyvík verður liðug til nýggjárs, ber til at fara undir ta næstu, sum verður tann í Kollafirði.
Hetta gávumilda lyftið fegnaðust summir fundarluttakarar um, meðan onkur annar turrisliga helt fyri, at nú vassaði Heðin Mortensen so djúpt, at hann saktans fekk uppí.
Men teir lovaðu tó at minnast til tað, sum sagt var, og minna hann á tað aftur, sum frálíður.
Fólk, sum vara av Kollafjarðar Ítróttarfelag, KÍF, vístu á sera vánaligu venjingarumstøðurnar, felagið hevur.
Tað eru seliga tvær ítróttargreinar, sum kollfirðingar gera seg galdandi í. Menninir spæla hondbólt, og kvinnurnar flogbólt. Men tað er bara ein vanlig fimleikarahøll í bygdini at venja í, og tað ber als ikki til.
Víst vað á, at kvinnurnar hava spælt seg í meistaradeildina í flogbólti, men noyðast kanska at melda frá aftur, tí tær fáa ikki vant.
KÍF er eftir TB næststørsta flogbóltsfelag í landinum. Størri enn øll feløgini í Havn, varð undirstrikað. Men felagið hevur bara gólvpláss til at venja eitt lið í senn. Og tað merkist sjálvandi, varð ført fram.
Menninir, sum spæla hondbólt, hava einasta fyrstudeildarlið í landinum, sum bert hevur eina fimleikarahøll at venja í.
? Einar tveir tímar uttangarðs um vikuna, varð sagt og víst til, at kollfirðingar sleppa at venja onkra løtu í Vestmanna.
Men samstundis varð víst á, at teir tímarnir liggja so seint, at tá kollafjarðardreingir venja í høllini í Vestmanna, liggja allir vestmenningar langt undir dýnuni og sova.
Men nú man fara at hjálpa bæði við venjingartíðum og náttasvøvni hjá kollfirðingum, tí nú lovar býráðslimurin í Havn, at høllin kemur í komandi ári, hildu tey í Kollafiðri mánakvøldið.