Høll millum havnarfeløgini

Gongst eftir ætlan fara HB og B36 at gera fótbóltshøll millum húsini bæði. Ovara hæddin skal útleigast til fimleikin

Hallarbygging

Longu afturi í 1999 høvdu tey bæði stóru havnarfeløgini í fótbólti ætlanir um at byggja á økinum millum bæði felagshúsini. Ta ferðina var ætlanin, at ein fótbóltshøll skuldi gerast í neðra, meðan ovara hæddin skuldi leigast út til bowling-høllina, sum tá varð fyrireikað, men hendan ætlanin varð tó av ongum. Fyrst og fremst tí Býráðið av ymsum ávum ikki vildi veita stuðul til byggingina.
Síðani tá hava hesar ætlanir ligið fjaldar í onkrari skuffu, men nú er líkt til, at pappírini eru tikin fram aftur, og hesa ferð tykist sannlíkt, at ætlan gerst til veruleika.

8 mió kr.
Á seinasta aðalfundinum hjá B36 greiddi Kristian á Neystabø, formaður, frá, at feløgini aftur vóru farin at umhugsa møguleikarnar í einum slíkum projekti, og sum skilst, so er nú eisini líkt til, at Býráðið vil vera ein aktivur viðleikari hesaferð.
Mikukvøldið skal Mentanarnevndin hjá Býráðnum taka støðu til eina umsókn um stuðul til ein kombineraða fótbólts- og fimleikahøll millum húsini bæði, og sum skilst, so er talan um væl størri vælvild hesaferð.
Kristian á Neystabø sigur, at tey í feløgunum enn hava arbeitt mest út frá gomlu ætlanunum, men at ávísar tillagingar tó eru gjørdar í hesum.
- Sum tað liggur nú, so verður talan um eina høll við einum graslíksvølli í niðaru hæddini, meðan ovara hæddin verður ein fimleikarhøll, sum Havnar Fimleikafelag ætlandi skal leiga. Enn hava vit so ikki gjørt endaligu projekteringina klára, tí vit vilja fyrst hava tilsøgn frá Býráðnum, men verður hetta viðgjørt positivt, so er ætlanin at fara ígongd alt fyri eitt.
Víðari sigur Kristian, at samlaði kostnaðurin av ætlanini helst fer at tátta í átta mió kr. Ætlandi skulu landið og Tórshavnar Kommuna lata 30% hvør í stuðuli, meðan restin verður fíggjað av teimum báðum fótbóltsfeløgunum. Møguliga umvegis eitt partafelag, sum feløgini so skulu seta á stovn.

Meira til onnur
Sambært reglugerðini fyri HatTrick grunnin hjá UEFA, so skal ein partur av hesum eisini nýtast til menningarprojekt við sonevndum mini-fótbóltsvøllum, og Kristian viðgongur, at hetta eisini er ein møguleiki at fáa fígging til verkætlanina, men at feløgini sum sagt hava bíða við at nýta meira orku til ætlanina, fyrr enn tilsøgnin frá Býráðnum er fingin til vega.
Verður ætlanin veruleiki, fer hetta at merkja, at fótbóltsfeløgini framyvir fara at hava sínar innanduravenjingar í egnari høll, og átti hetta eisini at komiði øðrum ítróttargreinum til góðar. Tey bæði feløgini hava sum er 16 tímar um vikuna í Ítróttarhøllini á Hálsi, og kunnu hesir soleiðis leysgevast til onnur at nýta. Og lítið er at ivast í, at tað ikki trýtur við avtakarum til hesar tímarnar.