Umleið 90 fólk vóru tann 19. september 2005 við á dagsskeiði sum Ferðslutrygd saman við dekkfyritøkunum Super Dekk og Goodyear skipaðu fyri á Køreteknisk Institut (KTI) í Roskilde.
Leiðarin á Ferðslutrygd, Jón Kragesteen, sigur, at endamálið við hesum dagsskeiði var at varpa ljós á eitt mál, sum hevur verið uppi at vent seinastu 30 árini, at vit í Føroyum hava brúk fyri eini tekniskari royndarkoyribreyt og hálkubreyt.
Í flestu londum um okkara leiðir er tað eitt krav, at tey sum taka koyrikort hava fingið frálæru á royndarkoyribreytum og hálkukoyribreytum.
Av Norðurlondum eru tað bara Føroyar og Ísland, sum ikki hava hetta krav, og her eru heldur ongar royndarkoyribreytir.
Við dagsskeiðnum á KTI í Roskilde varð so ein roynd gjørd at vísa bæði lands- og kommunalpolitikarum, stovnsleiðarum, koyrilærarum, fjølmiðlafólki og øðrum hvat tað er, málið snýr seg um.
Á teimum ymisku breytunum kunnu bilførarar undir tryggum umstøðum betra um síni evnir at koyra bil, bæði á turrum og vátum vegi og á hálkubreytunum, har bilførarar kunnu royna, hvussu tað kennist at bremsa fyri síðan at missa tamarhaldið á bilinum, meðan ein instruktørur alla tíðina vegleiðir og ger viðmerkingar til koyringina.
Vit viðmæla so avgjørt at ein koyriteknisk koyritekniskbreyt við hálkubreyt verður gjørd, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd. Høvuðsmálið hjá Ferðslutrygd er at fáa samskipað ferðslupolitikkin í Føroyum við 0-hugsjónini sum endamál. Neyðugt er við raðfestingum fyri at náa hesum máli. Koyritekniska breytin er eitt stig á leiðini, sigur Jón Kragesteen, sum heldur at trupulleikin í samband við hálkubreytina er, at eingin tekur ábyrgd av eini slíkari verkætlan.
Í 90-unum vóru tvey modell gjørd av koyritekniskari breyt við hálkubreyt. Tá vóru eisini í nøkur ár um 1 mill. krónur settar av um árið til endamálið, men av tí at pengarnir ikki vórðu brúktir, fóru teir bara aftur í landskassan. Seinni varð hetta strikað á fíggjarlógini. So hendi ikki meira, sigur Jón Kragesteen, sum leggur afturat at Atli Jensen, fyrrverandi stjóri á Bileftirlitinum, var ein av undangongumonnunum í arbeiðinum fyri at fáa eina koyritekniska breyt við hálkubreyt gjørda í Føroyum.
Tórshavnar kommuna hevur annar í løtuni tvær umsóknir liggjandi um øki til eina koyritekniska breyt. Onnur er frá Hans J. Hermansen og Heina á Borg í Havn, og hin er frá Koyrilærarafelagnum.









