Tá klokkan var farin at ganga til 7, gjørdist brádliga so kalt at vegirnir gjørdust hálir. Vanligt er, at teir ið arbeiða við kavaruddingini fara út á gøturnar um 4-5 tíðina á morgni at kanna koyrilíkindini, um ivi frammanundan er um, hvussu hesi verða um morgunin.
Soleiðis varð eisini gjørt í morgun, men tað vísti seg kortini at hálkan kom seinni, - í roynd og veru so seint, at teir ikki sluppu framat at salta eins og teir ynsktu. Teir plaga at salta høvuðsvegirnar árla á morgni, í øllum førum soleiðis at Bussleiðin ótarnað kann røkja sínar rutur, tá hon byrjar at koyra um 6-tíðina.
Í morgun hendi alt líkasum samstundis: Hálkan kom um 7-tíðina, júst um tað mundið tá ferðslan so líðandi byrjar at økjast. Tá ferðslan var uppá tað mesta, sluppu bilarnir við saltinum ikki reiðiliga framat at gera sítt arbeiði, og tí upplivdu fólk í Havn at vegirnir ikki vóru saltaðir til fulnar, tá tey fóru til arbeiðis.
Av hesi orsøk komu fleiri ov seint til arbeiðis og onnur ov seint í skúla.
– At tað frystir so brádliga og so seint á morgni er hent áður – og kemur uttan iva at henda aftur. Slík hálka kemur altíð óvart á, verður sagt úr býráðnum.