Bilurin var á veg suðureftir, tá bilurin varð slongdur runt, og bilurin fekk nakað av skaða framman.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at orsøkin til óhappið var hálka. Sagt verður, at hálkan kom óvart á bilføraran. Hósmorgunin var hált í støðum, og hetta høvdu fleiri bilførarar ikki væntað.
Eingin fólkaskaði hendi orsakað av óhappinum.










