Hálendsk listafólk elska Tjørnuvík

- Skúlin í Tjørnuvík er leigaður út til listafólk úr øllum heiminum meginpartin av árinum, siga tey í Sunda kommunu.

Herfyri var forkunnug framsýning í Tjørnuvík. Tað vóru hálendsku listafólkini, Floortje Zonneveldt, Eva Bullens og Martijn Bastiaans, sum bjóðaðu inn í skúlan í Tjørnuvík, sum nú er listafólkabústaður.

 

Tey trý listafólkini hava búð í listafólkabústaðnum í nakrar vikur. Damurnar hava gjøgnum Listaleypin arbeitt við at undirvísa børnum í at gera ljósinstallatiónir. Martijn hevur eisini tikið upp stuttan film fyri Sunda kommunu, sum kemur út í næstum.

 

- Hetta eina kvøldið fingu allir tjørnuvíkingar innbjóðing til hugnaligt kvøld, har hálendsku listafólkini vístu fram ein listprýddan skúla, bæði innan og uttan.

 

Í Sunda kommunu vita tey at siga, at hálendsku listafólkini dáma so væl at koma til Føroyar at arbeiða, at tey hava valt at koma aftur næsta ár.

 

Tað var í 2013, at býráðið í Sunda kommunu samtykti at bjóða Listafólkasambandi Føroya skúlan í Tjørnuvík til listafólkabústað.

 

- Samstarvið hevur hilnast sera væl, og er skúlin leigaður út til listafólk úr øllum heiminum stórt sæð alt árið, siga tey í Sunda kommunu.