Hákun Steingrímsson nýggjur stjóri á MBM

Nevndin í L/f Meginfelag Búnaðarmanna hevur gjørt av at seta Hákun Steingrímsson í starv sum stjóra í felagnum.

Hákun er 48 ára gamal, giftur og hevur tvey børn. Hann er útbúgvin løgfrøðingur, hevur royndir innan almenna umsiting og leiðsluroyndir frá privata vinnulívinum.

Hann kemur frá einum starvi sum deildarleiðari á Búnaðarstovuni.

Nýggi stjórin byrjar í starvinum hjá L/f MBM í seinasta lagi 1. august 2012.