Í gjár byrjaði stóra Offshore Northern Seas stevnan, ONS 2008, og har fingu føroyingarnir, sum eru á stevnuni, forkunnuga vitjan, tí sjálvur norski krúnprinsurin, Haakun prinsur vitjaði føroyska básin.
Á stevnuni eru fimtan føroyskar fyritøkur, og tað eru Oljuvinnufelagið og Samvit, sum samskipa føroysku luttøkuna.
Við á stevnuni eru eisini fleiri politikarar, eitt nú borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, varabrogarstjórin, Jan Christiansen og borgarstjórin í Runavíkar kommunum, Hans Jákup Lamhauge. Eisini Tórbjørn Jaocbsen, landsstýrismaður í tilfeingismálum er á stevnuni.
Sum partur av ONS verður skipað fyri festivali á bryggjuni í Stavanger. Her fer eitt nú Westward Ho at liggja – beint yvir av tjaldinum, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett upp. Tjaldið saman við sluppini fara at vera karmur um føroyska mentan, mat og tónleik. Harafturat skipa Tórshavnar Kommuna og Runavíkar kommuna saman við fyritøkunum á landabásinum fyri móttøku umborð á Westward Ho mikudagin.
Samlaða framsýningarøkið á ONS 2008 er 17.500 fermetrar í 10 hallum. Føroyski básurin er 60 fermetrar til støddar, og er hetta væl størri enn á ONS 2006. Í 2006 vitjaðu næstan 40.000 fólk framsýningina og fyriskipararnir aftanfyri framsýningina vænta, at framsýningin í ár verður enn størri.
FAKTA:
Føroysku fyritøkurnar á ONS 2008 eru:
Atlantic Airways, Atlantic Supply Base, Beras, Bitland, Faroe Petroleum, Faroe Ship, Føroya Tele, Keel Solution, Simprentis, Shefa, Skipasmiðjan, Supply Service, Virkisráðgeving, Runavíkar Havn og Tórshavnar Havn.
FAKTA um Hákun prins:
Haakon Magnus av Norge – Hákun Prinsur, er føddur 20. juli í 1973. Hann er norskur krúnprinsur. Er sonur og næst elsta barn Harald Kong V og Sonju drotning. Hann hevur eina eldri systur, Martha Louise. Hákun prinsur er abbasonur Ólav kong V og langabbasonur Haakon VII kong. Haakun Magnus er giftur við hennara kongaligu hátign, Metta-Marit. Hann umboðar 4. ættarlig í norska kongshúsinum.










