Hákun nýggjur umboðsmaður í Brússel

Í november tekur Hákun J. Djurhuus við starvinum sum føroyskur umboðsmaður í Brússel. Hann tekur við eftir Esther Dahl, sum hevur verið í starvinum í tvey ár

John Johannessen


Fyrsta november fáa føroyingar nýggjan umboðsmann í Brússel. Talan er um Hákun J. Djurhuus, sum seinastu árini hevur starvast sum embætismaður í uttanlandsdeildini í Tinganesi.

Esther Dahl, sum í 1998 varð sett sum tann fyrsti føroyski umboðsmaðurin í Brússel, hevur skjótt verið í starvinum í tvey ár, og er hetta eisini júst orsøkin til, at hon nú fer úr starvinum.

Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini, sigur tað vera vanliga mannagongd aðrastaðir í heiminum, at umboðsfólk verða skift út, eftir at tey hava sitið í starvinum í tvey ár. Hesar mannagongdir ætlar uttanlandsdeildin í Tinganesi eisini at halda seg til.

Tá Hákun J. Djurhuus tekur yvir starvið hjá Esther Dahl í Brússel í november, tekur Esther Dahl yvir tað starvið, Hákun J. Djurhuus fyrr hevur røkt á uttanlandsdeildini í Tinganesi. Hetta heldur Herluf Sigvaldsson vera eitt frálíkt umbíti.

? At tey bæði skifta um starv merkir, at vit nú í Føroyum fáa eitt fólk, ið kennir arbeiðið í ES innanífrá, meðan vit í Brússel fáa eitt fólk, ið kennir innanhýsis trupulleikarnir í Føroyum. Hetta kann verða ein stórur fyrimunur, sigur Herluf Sigvaldsson.

Arbeiðið hjá Føroyska umboðsmanninum í Brússel er fevnir ógvuliga vítt. Hann skal arbeiða víðari við Føroyska handilssáttmálanum við ES, sum partarnir í løtuni eru við at víðka. Eisini skal umboðsmaðurin taka sær av ymiskum málum, ið hava samband við ES og Føroyar. Umframt hetta stendur føroyski umboðsmaðurin í Brússel øllum føroyingum til taks.