Hákun Djurhuus: FNU hevur fingið SEV um skrúvuna

- Einki høpi er í atfinningunum hjá Føroya Náttúruverndarfelag, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

Leiðslan í SEV vísir í tíðindaskrivi avgjørd aftur atfinningunum hjá nevndini í Føroya Náttúruverndarfelag móti Elfelagnum í fjølmiðlunum síðsta vikuskiftið.

- Líkt er til, at alt, ið fer fram á elorkuøkinum í Føroyum, er ódemokratiskt so leingi sum leiðslan í FNU ikki fær sín vilja, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV í viðmerking til atfinningarnar.

- Talan er rætt og slætt um ósaklig og ódokumenterað uppáhald, sum púrt onki hald er í, sigur SEV-stjórin.

- Hetta er sami sjongur, sum vit áður hava hoyrt, og sum kundi bent á, at FNU hevur fingið SEV um skrúvuna, heldur Hákun Djurhuus, sum harmast um, at ein felagsskapur við einum so góðum endamáli sum FNU leggur navn til eitt so óseriøst skriv.

Tað harmar stjóran í SEV almikið at lesa og hoyra, at ?vatnorkuútbyggingar SEV´s aftur skulu fremja altoyðandi árin á føroyska náttúru í Eysturoy?, tí hetta er als ikki so.

- Ongin skal ivast í, at SEV í hesum, eins og í øllum øðrum virksemi sínum, tekur fyrilit fyri náttúru og umhvørvi, leggur Hákun Djurhuus dent á.

Skot í blindum

Um skuldsetingarnar um, at ?SEV....harafturat setur kravið um vernd av lívfrøðiligum margfeldni til viks?, sigur SEV-stjórin, at tær somuleiðis eru púra burturvið, tí eisini her er tað ein sannroynd, at bæði faklig og umsitingarlig viðgerð er farin fram av hesum viðurskiftum.

Føroya Náttúruverndarfelag sigur víðari í skrivi sínum, at felagið metir ?SEV-ætlanina at halda fram við tøku av okkara vøkru áum sum ómegd og boðan um tørvandi vitan og innlit í, at aðrir møguleikar eru at troyta náttúrutilfeingið á burðardyggan hátt?.

- Eisini her verður skotið í blindum. Sjálvandi hava vit størstu virðing fyri náttúruni, eins og vit allatíðina fylgja væl við í, hvørji alternativ eru til at taka. Sum er noyðast vit tó at ásanna, at tað ikki eru so nógvir aðrar møguleikar at velja ímillum.

- Okkum er álagt í viðtøkum felagsins at fáa til vega elmegi á búskaparliga tryggum støði, og tí noyðast vit sum er at halda okkum til trygga og kenda tøkni, sigur Hákun Djurhuus.

Ongin dokumentasjón

FNU heldur eisini uppá, at ?tað at savna vatn í byrgingar hevur eitt ovurstórt útlát av methangassi við sær?, og at kanadiskir granskarar hava prógvað, at ?serstakliga í smáum vatnorkuverkum og byrgingum er útlátið av vakstrarhúsgassum líka so stórt sum frá diseslmotorum?.

Til hetta sigur Hákun Djurhuus, at hann fegin hevði viljað sæð eina dokumentasjón fyri hesum uppáhaldum.

Hann heldur tað eisini vera eina andsøgn, tá FNU - samstundis sum felagið er so hart ímóti vatnorku og noktar fyri at góðtaka hana sum grøna orku ? talar fyri at pumpa vatn upp til verandi byrgingar við vindorku!

- Her lekur líkasum millum teori og praksis, heldur SEV-stjórin, sum somuleiðis saknar dokumentasjón fyri uppáhaldinum um, at stórar nøgdir av sýru og methangassi skulu vera í vatninum í byrgingunum, og at hetta skal hava ?óheppin árin á lívfrøðina í sjónum?.

- Tað er onki minni enn óseriøst at sleingja slíkt út, uttan at nøkur dokumentasjón fylgir við, sigur Hákun Djurhuus.

Standa spyrjandi

Leiðslan í SEV stendur eisini spyrjandi í sambandi við uppháhaldið hjá FNU um, at vatnorkan er ?sera illa gagnnýtt, tá stór orkutap kunnu staðfestast í allari Eiðisverkætlanini?.

- Hvat byggir FNU hesa útsøgnina á? spyr SEV-stjórin.

Sama ger seg galdandi, tá FNU átalar SEV fyri at ?lata hánt um aðrar møguleikar at framleiða ravmagn?.

- Sum eg havi víst á fyrr, er heldur onki hald í hesum, sigur hann.

Alduorkuverkætlanin hjá SeWave, sum SEV er partur av, fær eisini toyggið frá FNU. Felagið sigur seg bart út ikki taka hesa verkætlan í álvara, og skírir hana fyri at vera eina undanførslu hjá SEV fyri at fáa frið og stundir við framhaldandi vatnorkuútbyggingum.

Samstundis vil felagið vera við, at útlendskir aldusorkuserfrøðingar hava lagt SeWave-tøknina á hilluna.

- Eisini hesum kunnu vit greitt vísa aftur sum heilaspuna, sigur SEV-stjórin og upplýsir, at umframt alduorku er Elfelagið eisini við til at stuðlað kanningum av vindi, sjóvarfalsorku og pumpuskipanum.

Ongan stuðul frá SEV

At enda í skrivi sínum átalar Føroya Náttúruverndarfelag SEV fyri ikki at vilja stuðla undir sjóvarfals-orkuverkætlanina, ið felagið ætlaði at fara undir í samstarvi við enskar framleiðarar og granskingarstovur í Norra og Danmark.

SEV hevur júst ? saman við Granskingarráðnum - gjørt av at stuðla eini føroyskari verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna møguleikarnar fyri at fáa elorku úr sjóvarfallinum.

SEV hevur ilt við at skilja, at ætlanin hjá FNU er treytað av stuðuli frá SEV - umenn søkt varð um eina miljónaupphædd - tí um hon er somikið áhugaverd, sum FNU vil vera við, so skuldi ikki staðið á at fingið fígging til hana.

- Eg kann í hesum sambandi upplýsa, at SEV á fundi við umboð fyri FNU um ætlanina, játtaði at keypa framleiðsluna frá teimum, sigur Hákun Djurhuus, sum samanumtikið onki høpi heldur vera í atfinningunum hjá FNU.

Nýggj friðingarlóg neyðug?

FNU sigur eisini í skrivi sínum, at stórur tørvur er á at ?fáa demokratiserað lóggávuna kring náttúruvernd og friðingar?, m.a. soleiðis, at møguleikar vera fyri at venda sær til ein kærustovn í tílíkum málum.

Í hesum sambandi átalar felagið, at landsstýrið ikki kemur aftur í tingið við nýggju náttúrufriðingarlógini.

Til hetta sigur SEV-stjórin, at vit í dag hava eina demokratiska skipan við lokalum friðingarnevndum og eini Yvirfriðingarnevnd, sum eisini er kærustovnur.

- Persónliga haldi eg, at henda skipanin sum heild virkar væl. Kanska kundi hon verið eitt sindur smidligari, so m.a. avgreiðslutíðin gjørdist styttri, sigur hann at enda.