Hækkingar í keypsskálunum

Virðishækkingin á marknaðunum í Evropa og USA í gjár helt fram á marknaðunum í Asia í morgun. Í Hong Kong hækkaði Hang Seng-vísitalið 5,8 prosent, og í Japan hækkaði Nikkei-vísitalið 2,4 prosent. Í Suðurkorea var hækkingin 3,6 prosent.

Hækkingarnar eru ein beinleiðis avleiðing av, at seks leiðandi mið- og tjóðbankar hava gjørt av at hjálpa bankum við bíligari lánum. Tað skal millum annað fáa amerikanskar bankar at læna bankum í Evropa lán.

Avgerðin, sum kom í gjár, fekk alt fyri eitt ávirkan í Evropa og í USA. Eitt nú hækkaði C20-vísitalið í Keypmannahavn 3,3 prosent í gjár, og í USA lá hækkingin oman fyri 4,2 prosent.