Hækkið avgjaldið á rúsdrekka

- Okkara ynski er at Norðurlendska Ráðharraráðið arbeiðir fyri at helvtarbýta privata innflutningin av rúsdrekka í ES. Tað sigur norðurlendska fráhaldsnetverið í eini yvirlýsing eftir ársfund sín í Føroyum í farna mánaði.

Stevna: Á ársfundinum varð nógv tosað um rúsdrekkapolitikkin í Norðurlondum.
Teir 90 luttakararnir vóru samdir um, at neyðugt er at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at minka um nýtsluna av rúsdrekka.
Hetta arbeiði skal gerast í teimum sjálvbodnu felagsskapunum, men tann politiski myndugleikin má so sanniliga eisini gera nakað fyri hetta stórmálið.
- Tað var tí uppá hægstu tíð, at ráðharraráðið í fjør setti rúsdrekka á dagsskránna gjøgnum eitt felags norðurlendsk initiativ. Hetta er eitt stig rætta vegin, sigur norðurlendska netverkið av fráhaldsfeløgum í niðurstøðuni eftir ársfund sín.
Netverið kallast NordAN, og er eitt netverk av sjálvbodnum felagsskapum í Norðurlondum og Baltalondum, og sum øll arbeiða fyri at minka um nýtsluna og skaðarnar av rúsdrekkka og narkotika.
Á ráðstevnuni vóru omanfyri 90 luttakarar, harav 15 teirra vóru úr fráhaldsarbeiðinum í Føroyum.

Hálvbýti
Á ráðstevnuni varð nógv tosað um tað málið, sum bindir hesar felagsskapirnar saman í eitt netverk. Fleiri av føroysku luttakarunum settu eisini sín dám á hesar framløgurnar.
Sum vanligt er, so endar ein fundur av slíkum slagi altíð við eini niðurstøðu. Í hesi varð heitt á norðurlendska ráðharraráðið - Nordisk Ministerråd  um at fylgja upp tað arbeiðið sum verður gjørt innan ES við teirri alkoholpolitisku strategiini.
Heitt varð eisini á ráðið um at hálvbýta markið fyri privatari innflyting av rúsdrekka innan ES.
Í sama andadrátti heitti ársfundurin á ráðið um at økja minstaavgjaldið á sprit og øl, og at innføra eitt avgjald uppá vín í ES.
Hinvegin so er eisini neyðugt, at tær norðurlendsku stjórnirnar eisini arbeiða fyri at fylgja upp ta linjuna sum er løgd innan fráhaldsarbeiðið.
- Stjórnirnar eiga eisini at arbeiða við at byggja eina størri fatan fyri einum restriktivum rúsdrekkapolitikki uttanfyri Norðurlond, og her serliga í Baltalondum og í økinum kring Eystrasalt, verður sagt.

Fyribyrgin
Eydnast tað at tvíbýta kvoturnar fyri innflutningi av rúsdrekka og at hækka minstaavgjaldið í ES er fyrsta stigið á leiðini til betri eftirlit við teim skaðiligu fylgjunum av rúsdrekkanýtslu í samfelagnum.
- Hetta er ein langsiktað ætlan, har teir norðurlendsku heilsu- og almannaráðharrarnir eiga at ganda á odda, stendur í niðurstøðuni.
Fyri luttakararnar á ársfundinum er greitt, at júst teir sjálvbodnu felagsskapirnir hava ein týðandi leiklut í rúsdrekkapolitikkinum í einum fruktagóðum samstarvi innan gransking, fak og politikk.
- Hetta er góð fyribyrging. Umframt hetta, so styrkir tað breiddina og loyvið til teir politisku ávirkingarmiðlarnar, stendur í niðurstøðuni.