Hækkandi koronutøl: Steingja barrir í París

Frankaríki hevur sett París í hægstu ávaringarstøðu. Talið av koronusmittaðum hækkar, og fleiri eru løgd inn á intensiva deild.

Frankaríki skerpir nú koronutiltøkini í París og økinum kring høvuðsstaðin. Hesum boðar skrivstovan hjá Jean Castex, forsætisráðharra, frá í kvøld.

Nýggju koronutiltøkini koma í gildi týsdagin og galda fyribils í tvær vikur.

Matstouvur kunnu hava opið, um tær fylgja skepraðum heilsureglum. Men barrirnar, sum higartil hava havt opið til klokkan 22, skulu steingja frá týsdegnum.

Hægri lærustovnar verða noyddir at hálvvera talið av lestandi í hølunum. Tað skrivar blaðið La Figaro. 

Nýggju tiltøkini koma, eftir at París og forstaðir kring høvuðsstaðin eru farnir um tríggjar gáttir, verður sagt í boðunum frá forsætisráðharraskrivstovuni.

Talið av nýggjum smittutilburðum hækkar, smittan breiðir seg millum eldir, og á intensivdeildunum á sjúkrahúsunum er komnir fleiri koronusjúklingar.

– Hendan gongdin varð váttað um vikuskiftið, sigur skrivstovan hjá Castex.

Í gjár varð boðað frá næstan 17.000 nýggjum koronutilburðum bara upp á ein dag.

Tað er higartil hægsta talið, sum er staðfest innan fyri 24 tímar, ljóðaði sambært Reuters frá fronsku heilsumyndugleikunum í gjár.

Í dag eru staðfestir 12.565 nýggir smittutilburðir. 32 smittað eru deyð seinasta samdøgrið, vísa tøl frá heilsumyndugleikunum.

Talð av koronukanningum, sum eru positivar, eru í dag hækkaðar til 8,2 prosent úr 7,9 dagin fryi, upplýsir ráðið.

/ritzau/