Hækkandi inntøkur og lækkandi skuld

Gunvá við Keldu, borgarstjóri
---------------


Eftir hálvtannað ár, sum í stóran mun hevur verið merkt av sparingum, er vend komin í hjá Klaksvíkar Kommunu, sum kann staðfesta fleiri meirinntøkur, samstundis sum vit nærkast málinum at koma niður um eina álíkning í skuld.

Á býráðsfundinum týskvøldið 15. juni 2010 kundi býráðið staðfesta meirinntøkur og játta hesar til nøkur átrokandi mál, sum hava ligið á láni síðan kommunan á heysti í 2008 kom í gjaldføristrupulleikar.
Upprunaliga tillagingin, sum býráðið hevði ætlanir um, var uppá 5,32 mió. kr., sum var fíggjað við sølu av lendi v.m. og hækking av persónsskattainntøkum.
Av tí at kommunan er omanfyri eina álíkning í skuld, krevur hetta loyvi frá Fíggjarmála¬ráðnum, sum í hesum føri kundi taka undir við tillagingini, tó uttan hækking av persónsskattainntøkunum. Hetta gjørdi, at endaliga tillagingin gjørdist 2,32 mió. kr.
2009 endaði við eini meirinntøku uppá 7 mió. kr. Hetta saman við eini meirinntøku í ár uppá 2,4 mió. kr. gevur eitt gott og realistiskt grundarlag fyri at hækka inntøkumetingina. Tvs. at longu fyrstu 5 mánaðarnar í 2010 hevur kommunan eina staðfesta meirinntøku uppá 2,4 mió. kr. av teimum 3 mió. kr., sum ætlanin var at seta uppá.
Við hesum sum grundarlag er avtalað við Fíggjarmálaráðið, at metingin av persónsskattainntøkunum verður tikin uppaftur til viðgerðar í september mánaða.

Bæði gjalda skuld
og skapa trivnað
Klaksvíkar Kommuna hevur megnað at goldið 30% meiri í avdrátti í 2009, enn avtalað var við Fíggjarmálaráðið, og sum gongdin er nú, kemur kommunan væntandi niður um álíkningina við árskifti 2011/12.
Eingin ivi er um, at tað er umráðandi hjá kommununi at gjalda niður skuld, men í einari dynamiskari kommunu sum okkara er tað samstundis sera týdningarmikið, at býráðið eisini megnar at loysa átrokandi tørvin og ger sítt til at varðveita og menna virksemið og trivnaðin í kommununi, sum skapir framburð og inntøkur.
Í hesum umfari er tað eydnast býráðnum at taka hond um nakrar av teimum átrokandi uppgávunum, sum hava ligið á láni, tí peningur ikki hevur verið til tað.

Ljósari tíðir
Vit merkja enn eftirvirkningar frá kreppuárinum í fjør, og sum nevnt liggja nógv átrokandi mál á láni, og er neyðugt, at hesi verða loyst. Tí hevði tað besta verið, um øll tillagingin kundi verðið framd. Hinvegin geva tær hækkandi inntøkurnar vónir um, at býráðið í komandi tíð fær henda møguleika.
Aðalmálið hjá okkum í býráðnum er at fáa skuldina burtur skjótast tilber, samstundis sum vit kunnu halda lív í eini virknari kommunu og skapa framgongd.