Men tað sampakkar ikki við viljan at menna ferðavinnu, at gjøldini fyri feðandi til og frá Føroyum verða hækkaði. Hesi tiltøk hava við sær hægri prísir fyri ferðafólk, ið koma at vitja Føroyar.
Beinleiðis avleiðingin av hesum tiltøkunum verður, at tað fer at gerast dýrari at ferðast til Føroyar og kappingarførið hjá Føroyum sum ferðamannaland versnar, og hetta minkar sjálvsagt eisini um inntøkuna hjá allari føroysku ferðavinnuni.
Ferðavinnufelagið heitir tí á landsstýrið um at minka um ferðafólkaavgjaldið, so kostnaðurin fyri hvønn ferðandi ikki fer upp.
Við vón um vælvild










