Kári P. Højgaard, løgtingsmaður vil hava at vita, nær kunngerðin verður lýst, sum hæækar hámarkið fyri inntøku frá aðrari vinnu hjá útróðrarmonnum í bólki 5A.
Hann hevur tí sett Jákup Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum ein grein 52 spurning um kunngerðina um áseting av inntøkumarki hjá útróðrarmonnum í bólki 5A.
Kári P. Højgaard vísir á, at inntøkumarkið frá aðrari vinnu enn útróðri, er fyri fullriknar útróðrarmenn í bólki 5A ásett til 50 túsund krónur. Hann spyr, nær fráboðaða kunngerðin kemur um at hækka núgaldandi inntøkumark kemur.
Kári P. Højgaard sigur, at fleiri tinglimir hava frá tingsins røðarapalli boðað frá, at 50.000 krónur ásetingin sum hámark fyri inntøku frá aðrari vinnu, ið er galdandi fyri fullriknar útróðrarbátar í bólki 5A, er órímulig og treingir til eina munandi dagføring.
- Skal heimaútróðrinum verða lív lagað, er alneyðugt at bøta um møguleikarnar fyri inntøku. Sum Havstovan áður hevur boðað frá, so eru góðir árgangir av toski á veg. Vit eru nú í tí »hepnu« støðu, at so stórar nøgdir av smáfiski eru at fáa kring Føroyar, at neyðugt hevur verið at stongt óvanliga nógvar leiðir fyri trol og línuveiðu, tí ov nógvur ungfiskur er íblandaður veiðini, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at um vanligu fiskileiðirnar verða stongdar longri tíðarskeið er spurningurin, hvat tær tómu hendurnar skulu gera.
- Verður inntøkumarkið hækkað, kunnu útróðrarmenn styttri tíðarskeið virka í aðrari vinnu, uttan tó at missa rættin til at verða roknaðir sum fullriknir í bólki 5A. Undir viðgerðini av áseting av fiskidøgum í august fekk eg ta fatan, at landstýrismaðurin ætlaði at broyta kunngerðina beinanvegin, so at henda kom at galda fyri fiskiárið 2010/2011, sigur Kári P. Højgaard, sum tí spyr, nær kunngerðin verður lýst.