Hækka hámarkið fyri kontaktleysa gjalding

Hámarkið fyri kontaktleysa gjalding við kassan í handlunum, sum higartil hevur verið 200 kr., hækkar nú upp í 350 kr. Tað merkir, at eftir 1. februar kanst tú keypa fyri upp til 350 kr. við gjaldskorti uttan at brúka pin-kotu, skrivar Betri Banki á heimasíðu síni.

 

Nýtslan av kontaktleysu terminalunum hevur veruliga vundið upp á seg síðani fyrstu terminalarnir komu í fjør, somikið, at fólk nú mest sum ótolnast inn á teir handlar, har ikki ber til at gjalda kontaktleyst.

 

Fyrimunirnir við kontaktleysu gjaldingunum eru fleiri. Fyrst og fremst er tað ein fyrimunur fyri brúkara og handil, at tað er lættari og væl skjótari at rinda fyri vørurnar. Harumframt eru kontaktleysu gjaldingarnar eisini við til at minka um misbrúk av gjaldskortum, t.d. har onkur hevur 'lúrt pin-kotuna av', meðan tú rindaði.

 

Sambært Nets er misbrúk við gjaldskortum uttan pin-kotu øgiliga lítið, tilsamans minni enn 1 prosent av samlaða kortmisbrúkinum, og tí verður mett trygt at hækka hámarkið.

 

- Sum er verða 40 prosent av øllum gjaldingum í fysiskum handlum gjørdar kontaktleyst, sigur Nets, sum væntar, at hetta talið fer at verða nærri 80 prosentum, tá hámarkið er hækkað, skrivar Betri.

 

Broytingin kemur í gildi 1. februar fyri VISA/Dankort og 1. apríl fyri Mastercard. Fyri handlar, sum bara brúka visa-partin av Dankortum, kemur broytingin eisini í gildi frá 1. apríl. Broytingin krevur tó, at handlarnir dagføra terminalarnar.