Hækkaða ríkisveitingin brúkast til menningarhjálp

Tað, sum ríkisveitingin hækkar nú hon verður prístalsviðgjørd, kann brúkast til menningarhjálp.

Tað heldur Janus Rein í Framsókn.

Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri í ár og í hesum sambandi vil Framsókn ikki hoyra talan um at prístalsviðgera donsku ríkisveitingina til Føroya.

Nú semja er gjørd við donsku stjórnina um at prístalsviðgera ríkisveitingina, fer hann at hækka 8,6 milliónir.

- Eg skjóti upp, at tær 8,6 milliónirnar verða lætnar í menningarhjálp. So kunnu vit vera eitt menningarland letur menningarhjálp, hóast tað er ein tvørsøgn í tí, legði hann afturat