- Trý línuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni, harav eitt er frystilínuskip. Mánadagin kemur eitt ísfiskalínuskip heim úr Íslandi at landa, og hitt er júst byrjað túr.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskasløgini, sum línuskipini fáa í íslendskum sjógvi, eru blandað.
- Eitt línuskip kemur av Reykjanesrygginum mánadagin við svartkalva og toski, og eitt kemur inn at landa, sum fyri tað mesta hevur fiskað á føroyska landgrunninum. Tað skipið hevur mest av longu.
Tvey línuskip eru á Byrien Banka, og væntandi kemur annað skipið inn at landa mikudagin og hitt fríggjadagin. Hesi hava mest av svartkalva.
- Línuskipini, sum liggja, fara væntandi aftur til fiskiskap nú um vikuskiftið, verður lagt aftrat.
Streym-og veðurútlitini til útróður í næstu viku eru góð. Streymurin verður góður, og tað sær væl út við veðrinum.
- Men, vit rokna ikki við so nógvum útróðrarfiski. Fleiri útróðrarmenn hava lagt bátarnar, sum verða pussaðir upp, og aðrir hava tikið sær frí, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.