HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Eysturríki í Wien verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 19.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Undan dystinum hevur stóra eysturríkska blaðið "Kurier" fingið orðið á Håkan Ericson og Jóan Símun Edmundsson.
Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson vónar at kunna vinna eitt stig móti Eysturríki í annaðkvøld: - Hetta er ein sera stóra avbjóðing fyri okkum, men vit fara at fara at royna okkara ítarsta. Vit mugu trúgva uppá, at tað er møguligt hjá okkum, sigur Håkan Ericson.
Við "Kurier" sigur Håkan Ericson, at hann metir Eysturríki at vera á støði við Danmark, ið er oddaliðið í bólkinum í løtuni. Håkan Ericson heldur, at Eysturríki er undir trýsti aftaná 2-2 javnleikin móti Skotlandi í Glasgow sum merkir, at Eysturríki eru tvungnir at vinna á Føroyum.
Við "Kurier" sigur tann einasti føroyski landsliðsspælarin sum dugir ræðið týskt, Jóan Símun Edmundsson, at hann hevur hugt eftir einari sjónvarpssending um undurið í Landskrona 12. september í 1990, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki: - Nú vilja vit við okkara núverandi hópi skriva søgu, undirstrikar Jóan Símun yvirfyri "Kurier".