Håkan: Tað kostar einki at droyma

Landsliðið: Broyttar reglugerðir gera arbeiðið hjá landsliðsvenjaranum lættari

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska manslandsliðið skal spæla móti Eysturríki á Ernst-Happel leikvøllinum í Vien í HM 2022-undankappingini.

Føroyar spældu hóskvøldið javnleik 1-1 móti Moldova í einum dysti, sum kravdi nógv av okkara monnum. Fleiri eru ikki í dystarvenjing, tí landskappingarnar í Norra, Svøríki og Íslandi ikki eru byrjaðar, meðan Jóan Símun Edmundsson ikki hevur spælt í eina tíð í Arminia Bielefeld.

Tí kemur tað væl við hjá Håkani Ericson og venjaratoyminum, at FIFA og UEFA hava broytt reglugerðina fyri útskiftingar, nú koronufarsóttin ger, at tað er tættari millum dystirnar. Tað er nú loyvi at skifta fimm spælarar út. So er spurningurin um tað verða fleiri broytingar í uppstillingini?

– Beint nú er tað tíðliga upp á árið, og tað mugu vit bara fyrireikað okkum eftir. Vit kunnu gera fimm skiftingar í sjálvum dystinum, og tað eru vit glaðir fyri. Tað gevur okkum betri møguleikar fyri at gera skiftingar áðrenn dystin, men eisini fleiri undir sjálvum dystinum, sigur Håkan Ericson við in.fo.

##med2##

Eysturríki er í einum heilt øðrum styrkisbólki enn Moldova, og tað er landsliðsvenjarin eisini klárur yvir.

– Ja, teir hava 11 sera góðar spælarar, sum allir spæla á høgum altjóða støði. Tað skulu vit ansa eftir. Teir eru tryggir á bóltinum, og teir leggja nógv fyri í royndini at vinna bóltin aftur beinanvegin, sigur Håkan Ericson.

##med3##

Venjaratoymið hevur millum annað víst á samanlíkningina millum Eysturríki og feløgini RB Leipzig og Redbull Salzburg, ið bæði spæli ferðmiklan fótbólt við stórum denti á at vinna bóltin aftur sum skjótast. So er spurningurin um vit kunnu droyma, tá tað nú er Eysturríki vit spæla ímóti.

– Vit kunnu altíð droyma stórt, og tað kostar einki. Realistiskt er nakað heilt annað, og tað vita vit alt um, sigur Håkan Ericson at enda.

HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Føroyar verður í kvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn. Byrjað verður at senda frá klokkan 19.

##ms##