Nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum er Håkan Ericsson.
Sí eisini:
Her er nýggi landsliðsvenjarin
Håkan Ericson hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur síðan áttatiárini vant svensk feløg, og hann hevur verið venjari fyri svenska U21 landsliðið. Í 2015 vann svenska U21 landsliðið europameistaraheitið.
Longu í undankappingini gjørdist svenska landsliðið víðagitið, tá ið Frakland vann 2-0 á heimavølli. Í Svøríki kendu fraklendingar seg hava vunnið, tá ið Layvin Kurzawa minkaði um munin til 3-1, og háðaði svensku leikararnar við serligari heilsan.
Hendan heilsanin gjørdist víðagitin, tá ið Svøríki skoraði í evstu løtu, spældi seg víðari og heilsaði fronsku leikarunum aftur. Tá ið EM-gullið var vunnið, gjørdu sviar aftur somu heilsan, sum altíð fer at standa sum eitt minnið um Evropameistaraheitið.
Síggj samandrátt av víðagitna dystinum niðast á síðuni
Hóast sigurin á Fraklandi var tað púra óvæntað, at Svøríki skuldi vinna á Italia í fyrsta dystinum. Men sviar so gjørdu og løgdu lunnar undir EM-gulli við 2-1 sigri á Italia. Næsta dystin tapti Svøríki 1-0 ímóti Onglandi áðrenn eitt seint mál frá Mattias Tibbling syrgdi fyri javnleiki ímóti Portugal og spældi seg í hálvfinaluna frammanfyri Italia og Ongland.
Í hálvfinaluni vann Svøríki 4-1 ímóti Danmark og í finaluni stóð Portugal, sum hevði vunnið 5-0 á Týsklandi, aftur fyri skotum.
Dysturin endaði 0-0 og fór í brotssparkskapping. Tá ið Victor Lindelöf skoraði til 4-3, skuldi William Carvalho skora fyri Portugal. Svenski málverjin Patrick Carlsson bjargaði skotinum, og so kundu Håkan Ericsson og sviarnir savnast saman á vøllinum í ovfvarakæti.
Síggj niðanfyri ein samandrátt av svenska EM-gullinum, og enn longur niðanfyri samandrátt av víðagitna undankappingardystinum ímóti Fraklandi
##med2##
##med3##












