Húkaflotin og trolbátarnir missa annan hvønn fiskidag

-og partrolararnir missa 20 prosent av sínum fiskidøgum. Harafturat verða fleiri leiðir friðaðar

Tað kom neyvan óvart á nakran, tá landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Torbjørn Jacobsen, legði fram uppskot um at skarva 50 prosent av fiskidøgunum hjá húkaflotanum, tí tað hevði hann sagt frammanundan. Herumframt mælir hann til at skarva 20 prosent av fiskidøgunum hjá partrolarunum, og at fleiri leiðir verða friðaðar eftir tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar landsstýrismaðurin, at tað er ikki hugaligur lesnaður, sum hann hevur fingið frá teimum, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað hevur leingi verið alment kent, at serkunnleikin hevur mælt til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnunum tørva vernd at koma fyri seg aftur. Her er landsstýrismaðurin samdur við teimum, ið hava latið hesi tilmæli.

 

 

Mugu fylgja vísindini

 

-Vit mugu gera alt tað, sum stendur í okkara makt at tryggja, at stovnarnir koma fyri seg aftur, so vit í komandi árum aftur trygt kunnu byggja okkara búskap á tað tilfeingi, sum er – og í framtíðini fer at verða – okkara grundvøllur, skrivar Torbjørn Jacobsen í sínum viðmerkingum. Tí kunnu vit ikki bara lata standa til, men mugu taka til eftirtektar ta vísindaligu ráðgevingina, sum er løgd fyri dagin. Hetta er høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti, skrivar Torbjørn Jacobsen. .

 

Tí hevur hann mælt Løgtinginum til at broyta verandi fiskidagatal, soleiðis at fiskidagarnir hjá húkaflotanum og trolbátunum (høvuðsbólkar 3, 4 og 5) verða skerdir við 50%, og teir hjá partrolarunum (høvuðsbólkur 2) við 20%. Harumframt verða tilmælini frá vísind og vinnu, um at víðka friðingarnar á Føroya Banka, tikin til eftirtektar.

 

Uppskotið

 

Sjálovt lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum, sum Løgtingið nú skal viðgera, er soljóðandi:

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um

vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við

løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2008, verða

gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis:

“a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31.

desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya

Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi

8 støð og í hesi raðfylgju:

1. 61°19'00"N 08°14'00"V

2. 60°58'00"N 07°43'00"V

3. 60°50'00"N 07°57'00"V

4. 60°24'00"N 09°07'00"V

5. 60°50'00"N 09°34'00"V

6. 60°54'00"N 09°34'00"V

7. 61°14'00"N 08°52'00"V

8. 61°19'00"N 08°14'00"V

Hetta veiðibann fevnir um veiðu við

skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti

umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki

beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við

kraftblokki.”

 

2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í

tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar,

báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar ú

r

grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar

millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt

til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum

og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð

og í hesi raðfylgju:”

 

3) Í § 27 verður “frá 1. september 2007 til

31. august 2008” broytt til: “frá 1. september

2008 til 31. august 2009.”

 

4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av

fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í

veiðiflotanum 1. januar 1995, verður

fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar

við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum

verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd

verður tikin fyri møguligari umseting av

fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í

sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin.

 

Bólkur 2: Partrolarar 4.510 fiskidagar

Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 1.701 fiskidagar

Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 842 fiskidagar

Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 983 fiskidagar

Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 840 fiskidagar

Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 8.224 fiskidagar”

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum, men er reguleraður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18. august. Hetta er høvuðsorsøkin til lógaruppskotið.

 

Tað er ikki hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni og nevnd, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi.

 

Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnunum tørva vernd at koma fyri seg aftur. Landsstýrismaðurin er samdur við teimum, ið hava latið hesi tilmæli. Vit mugu gera alt tað, sum stendur í okkara makt at tryggja, at stovnarnir koma fyri seg aftur, so vit í komandi árum aftur trygt kunnu byggja okkara búskap á tað tilfeingi, sum er – og í framtíðini fer at verða – okkara grundvøllur.

 

Tí kunnu vit ikki bara lata standa til, men mugu taka til eftirtektar ta vísindaligu ráðgevingina, sum er løgd fyri dagin. Hetta er høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti. Landsstýrismaðurin hevur tí tikið avgerð um at skjóta upp fyri Løgtinginum, at fiskidagarnir hjá húkaflotanum og trolbátunum (høvuðsbólkar 3, 4 og 5) verða skerdir við 50%, og teir hjá partrolarunum (høvuðsbólkur 2) við 20%. Harumframt verða tilmælini frá vísind og vinnu, um at víðka friðingarnar á Føroya Banka, tikin til eftirtektar.

 

 

_____________________________________________________________

Niðurskurður

Fiskidagar

2008/09

 

Bólkur 2: Partrolarar 5.637 20% 4.510

Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 3.402 50% 1.701

Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 1.683 50% 842

Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.965 50% 983

Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.679 50% 840

Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 20.186 50%*) 8.224

_____________________________________________________________

 

 

 

 

______________________________________________________________

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ellakommunur. Hinvegin kann uppskotið – í stutttíðarhøpi - bera í sær ávísar búskaparligar ogsosialar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar, tí fiskidagatalið verður lækkað.

______________________________________________________________