Háhús kunnu elva til jarðskjálvta

Ein jarðfrøðingur vil vera við, at hægsti bygningurin í heiminum kann elva til jarðskjálvta

Við sínum 508 metrum er Taipei 101 í taiwanska høvuðsstaðnum Taipei hægsti bygningur í heimi­num. Hann vigar 700.000 tons og er gjørdur soleiðis, at hann kann tola ein jarð­skjálvta, sum er 7,0 á Richter-stiganum.
Men nú sigur jarðfrøðing­urin Lin Chang-Hong á lærda háskúilanum í Taipei, at í veruleikanum kann bygn­ingurin sjálvur elva til jarðskjálvta. Í einari grein í tíðarritinum Geophysical Research Letters skrivar hann, at síðani Taipei 101 bleiv bygdur, hevur jarð­frøðistovnurin í bý­num skrásett munandi fleiri smáar skjálvtar enn framm­anundan.
Økið kring taiwanska høv­uðsstaðin verður ikki hildið at vera eitt serliga virkið jarð­skjálvtaøki, men Lin vísir á, at undirgrundin er rættiliga bleyt, og at Taipei 101 er so tungur, at tað kann seta hol á ballónina, sum hann tekur til.
- Kemur ein riva í und­ir­grundina av tí stóra trýst­inum frá bygninginum, skal lítið til afturat, at vit fáa ein jarðskjálvta. Vit kunnu bera tað saman við tað kenda orðatakið um bikarið, sum er fult, áðrenn tað flýtur yvir, skrivar Lin í greinini. Hann skrivar eisini, at síðani tann stóri bygningurin varð bygdur fyri tveimum árum síðani, hevur jarðfrøðistovnurin mát­að tveir skjálvtar beint undir honum. Soleiðis var ikki frammanundan, sigur hann.
- Verður hetta lagið fram­eftir, so er stórur vandi fyri, at bygningurin kann elva til ein harðan jarðskjálvta, skrivar taiwanski jarðfrøðingurin. Aðrir jarðfrøðingar ivast, men teir ávara tó ímóti at byggja ov høgar og tung­ar bygningar í økjum, sum kunnu verða rakt av jarð­skjálvta. Eitt nú hava teir ávar­að eina japanska fyri­tøku, sum ætlar at byggja ein 1.000 metrar høgan bygn­ing.