Háhús eru heilsuskaðilig

Tey, sum búgva í háhúsum, og tey, sum búgva í grannalgnum, kunnu fáa trupulleikar við andadráttinum, ov høgum blóðtrýsti og sinnistyngd.

Hetta er niðurstøðan í einari kanning, sum læknar í Thailandi hava gjørt. Leiðari teirra sigur stutt, at arkitektar, sum tekna háhús, hugsa alt ov lítið um tørvin hjá teimum, sum skulu búgva í húsunum ella teimum, sum búgva í grannalagnum hjá háhúsunum. Heldur hugsa arkitektarnir um sítt egna umdømi, og teir, sum lata húsini byggja, hugsa mest um at fáa sum mest burturúr fyri so lítlar pengar sum gjørligt.

Í sambandi við kanningina hava thailendsku læknarnir tosað við 2.744 fólk í býnum Chiang Mai, sum er har norðuri í Thailandi einar 600 kilometrar frá høvuðsstaðnum Bangkok.

Við samrøðunum sum grundarlagi eru læknarnir komnir til ta niðurstøðu, at fólk, sum búgva í háhúsum ella í grannalagnum hjá háhúsum, eru í størri vanda fyri at fáa lungna- og hjartasjúkur umframt sinnisligar trupulleikar enn fólk, sum búgva í vanligum húsum.

Læknarnir vísa á, at 86 prosent av teimum spurdu kærdu seg um, at háhúsini elva til nógvan larm, vánaliga luft og verri drekkivatn. Tey, sum búgva tætt við háhús, siga, at tey stúra ofta fyri, hvat fer at henda, um eldur kemur í tey høgu húsini, ella um jarðskjálvti verður. Nógv halda seg vita, at tey høgu húsini skerja luftskiftið í grannalagnum, og at luftin tí ofta er tung.

Thailendsku læknarnir eru eisini komnir til ta niðurstøðu, at fólk, sum búgva í háhúsum, hava minni samband við hvør annan enn fólk, sum búgva í vanligum húsum.