(Ólafsfjørður) Beint áðrenn Leiftur skuldi spæla hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini móti Grindavík, lovaði Jens Martin Knudsen liðfelaganum og landsmanninum Una Arge, at um Leiftur vann, skuldi Jens Martin spæla steypafinaluna í tí eftirhondini víðagitnu húgvuni, sum annars ikki hevur verið so nógv at sæð seinastu árini.
Leiftur vann dystin 2-0, Uni Arge gjørdi annað málið, og sostatt hevur hann lagt trýst á Jens Martin nú áðrenn finaluna.
Húgvan hevur ikki verið at sæð á knokkinum hjá føroyska landsliðsmálmanninum í skjótt nógv ár, men hon er framvegis til, og Jens Martin hevur hana við til hvønn dyst - men hann fer ikki í hana, meðan hann spælir.
Men í morgin kann húgvan, sum gjørdist heimsgitin í Landskrona fyri átta árum síðani, altso gera "come-back" á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.










