Høgur tollur á grønlendskar rækjur

Stórabretland sektar nú Gønland við at leggja høgan toll á grønlendskan útflutning, sum kemur um Danmark.

 

 

Sermitsiaq veit at siga, at grønlenski útflutningurin av fiskavørum, sum gongur um Danmark, er komin í álvarsliga kreppu, og sambært heimasíðuni royna nú danir at hjálpa grønlendingum við hesum.

Høgi tollurin á grønlendskum vørum kom í gildi hin 1. januar í ár, og hetta varð eftir, at handilsavtalan millum Stórabretland og ES ikki var galdandi meira.

Ein avleiðing er, at kókaðar og pilkaðar rækur, sum eitt nú feløgini, Royal Greenland og Polar Seafood, selja til Bretlands, nú hava fingið ein toll, sum svarar til 20 prosent.

- Hetta er ein stórur trupulleiki fyri grønlendsk og donsk feløg, sum standa fyri útflutninginum av vørum til Stórabretlands, sigur stjórin í Seafood Association, Poul Meldgaard Jensen.