Jenis av Rana, kommunulækni í Havn, metir ikki, at influensan, sum nógv fólk eru rakt av í hesum døgum, er av teimum allar verstu.
– Influensan varar sína vanligu viku, men fólk eru ikki so sjúk sum onkutíð, sigur hann.
Høgur fepur, pína í vøddunum og turrur hosti er tað, sum eyðkennir hesa influensuna.
– Influensa er virus, so vit fáa ikki givið pensilin sum vit onkuntíð gera, sigur Jenis av Rana. Tað einasta fólk fáa gjørt, er at vera góð við seg sjálvi, meðan tey eru sjúk.
– Fólk mugu vera góð við seg sjálvan á tann hátt, at tey taka tað tíð, sum skal til. Og so eisini vera heima eini tveir dagar aftaná, at fepurin hevur lagt seg, soleiðis at tað slepst undan fylgisjúkum, greiðir Jenis av Rana frá.
– Verð heima, fá nokk av vætu og tak heilivág fyri pínuna, eru ráðini frá kommunulæknanum í Havn til tey, sum leggjast sjúk. Jenis av Rana vísir á, at tað er eingin grund til at berjast við pínuna, og tí er gott at taka eina kodimagnyl ella panodil.
Keðilig fylgisjúka
Influensur herja javnan, og stóri trupulleikin við teimum er, at fólk fara ov tíðliga út aftur. So eru tey frísk í eini tveir dagar, men fáa so fylgissjúkur, sum eru keðiligar. Influensan er ikki vandamikil í sjálvum sær, men fólk vikna, og so er tað, at bakteriurnar sláa til.
Jenis av Rana greiðir frá, at fylgisjúkan í hesi influensuni ofta hevur verið biholbetendilsi.
– Fólk merkja pínu í pannuni. Tá tey boyggja seg framyvir, trýstir tað í pannuni og kjálkunum, og eisini merkja fólk okkurt renna í hálsinum. Ta eru sjúkueyðkenni fyri biholbetendilsi, sigur Jenis av Rana.
Tí heitir hann á fólk, um geva influensuni ta tíð hon krevur, og so vera heima eini tveir dagar eftir at fepurin hevur lagt seg, soleiðis at tað slepst undan keðiligum fylgisjúkunum.