Amerikanski hægstirættur hevur avvíst at kolldøma forsetavalúrslitið úr Pennsylvania, eftir at Trump viðhaldsfólk høvdu skotið úrslitið fyri rættin.
Fleiri altjóða miðlar skriva í dag, at rætturin, sum er mannaður av ikki færri enn trimum limum, ið Trump hevur sett, vísti kæruna frá sær í einari avgerð, ið bert var ein regla. Reglan segði stutt og greitt, at kæran varð ikki gingin á møti.
Joe Biden vann amerikanska forsetavalið við 306 móti 232, men Donald Trump forseti og viðhaldsfólk hansara hava áhaldandi hildið fast við, at talan var um valsvik.
Av somu orsøk hava Trump viðhaldsfólk og onnur skotið hópin av úrslitum inn fyri rætt, men higartil er einki komið burturúr.
Tom Wolf, guvernørur í Pennsylvania, hevur staðfest Joe Biden at vera vinnara í valinum í Pennsylvania, men republikanarar í Pennsylvania høvdu kært avgerðina fyri hægsta rætt í Pennsylvania. Pennsylvaniarætturin gav teimum ikki viðhald, og tí varð avgerðin skotin fyri hægstarætti í USA, sum nú eisini hevur víst hana frá sær.