Sunnukvøldið, 28. januar 2018, verður høvi at koma inn í hugnaligu hølini í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík at uppliva tónleik á hægsta stigi, sum samstundis verður í eygnahædd við áhoyraran.
Saman við Ingibjørg Hansen (sopran), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor) og Ólavi Jakobsen (gittar), verður áhoyrarin drigin við á eina forvitnisliga ferð inn í tónleikaheimin við framúr góðum sangi og meistarligum gittarleiki.
Skráin fer at fevna um operaariur, fólkslig løg og føroyskir sangir. Eisini verða egin løg framførd.
Konsertin, sum er stuðlað av Konsertfelagnum, byrjar kl. 19.
Atgongumerki fáast í forsølu á ; www.atgongumerki.fo








