Hægri vælstandur í Føroyum enn í Danmark

Føroyski borgarin hevur meira pening tl nýtslu í dag enn borgarin í Danmark

70 ár eru í dag liðin síðani fólkaatkvøðan um loysing var 14. september  1946.

 

Sum øllum kunnugt, var loysingin ikki tikin , men ein skipan við heimastýri sett í verk 1.apríl 1948. Føroyar eru ein sjálvstýrandi partur í danska ríkinum, har vit hava nøkur mál felags við Danmark

 

Politiskt verður kjakast um hetta mál í dag, men samstundis boðar danski tjóðbankin frá, at fíggjarliga gongur tað so væl í Føroyum, at verður hugt at bruttotjóðarúrtøkuni pr. borgara, so eru fleiri pengar til hvønn einstakan føroying enn til hvønn dana, um ein samanbering verður gjørd har.

 

Tjóðbankin staðfestir eisini, at hækkaða vælferðin í Føroyum stendst av hægri framleiðsluvøkstri í Føroyum enn í Danmark.

 

Tjóðbankin mælir til, at betri samsvar fæst í raksturin og íløgurnar hjá almennu Føroyum enn tað er í dag. Hetta eisini fyri at tryggja haldførið í búskapinum uppá longri sikt.