Hægri útbúgving ongin trygd

Hóast alt fleiri kvinnur lúka framúr góð prógv á hægsta stigi, so fáa tær ikki meira vald ella hægri løn. Yngri kvinnurnar eru nevniliga líka langt burtur frá best løntu størvunum sum mammur og ommur teirra. Kanningar vísa, at kvinnurnar framvegis uppliva valið millum familjulív og karrieru sum ein stóran trupulleika.

Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini stendur mong áhugaverd grein at lesa. Eitt nú verður víst til eina nýggja kanning um kvinnur, karrieru og útbúgving, sum danska vikubrævið A4 hevur latið gjørt.
Niðurstøðan av kanningini er, at hóast kvinnurnar seinastu ártíggjuni hava tikið langar og høgar útbúgvingar, hevur tað kortini ikki eydnast teimum at fáa størri part av teimum væl løntu størvunum. Sostatt eru 79 prosent av samfelagselituni enn menn, og myndin er nøkulunda eins í øllum aldursbólkum.

Standa í køkinum
Kanningina hevur Arbejderbevægelsens Erhvervsråd gjørt fyri Ugebrevet A4, og setir hon fokus á ”nýggju elituna” – tey átta prosentini, sum hava hægstu inntøkurnar og longstu útbúgvingarnar. Ella tey somu, sum áður komu undir heitið sosialbólkur 1.
- Kanningin átti at latið eyguni upp á teimum nógvu, sum halda, vit hava javnstøðu í Danmark. Tað er mikið rætt, at fleiri kvinnur taka universitetsútbúgving. Men tá próvtøkan er av, eru tað menninir, sum førka seg uppeftir, meðan kvinnurnar verða standandi í køkinum við børnunum, sigur Karen Sjørup, granskari við Roskilde Universitetscenter.

Prógvið lítla ávirkan
Higartil hevur verið hildið, at so hvørt sum kvinnurnar tóku hægri og hægri útbúgvingar, fór javnstøðan á arbeiðsmarknaðinum at hækka. Í bólkinum hjá teimum 60-64 ára gomlu eru bara 29 prosent av teimum, sum hava hægri útbúgving, kvinnur. Millum tey ungu undir 35 hava umleið helmingurin hægri útbúgving.
Men nýggja kanningin vísir, at framgongdin á útbúgvingarøkinum hevur ógvuliga avmarkaða ávirkan á kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum. Kvinnuligi parturin av elituni er nakað hægri í yngru ættarliðunum, men sjálvt í teimum best útbúnu árgangunum er parturin av kvinnum bara 23-24 prosent.
Kanningin vísir eisini, at 11 prosent av monnunum í elituni hava eina bruttoinntøku á yvir eina millión, meðan hesin parturin av kvinnunum í elituni er 5 prosent.

Seta kend fólk í starv
Sambært serfrøðingunum eru fleiri forðingar eftir hjá kvinnunum, tá tær hava fingið prógvið í hondina. Í hesum sambandi er ein forðing menninir. Karen Sjørup sigur, at:
- Nógvar kvinnur føla ikki, at tær verða bodnar inn í maskulina umhvørvið, har valdið verður býtt út. Mannligir leiðarar hava tað við at velja aðrar menn.
Jeanette Løgstrup, er kunningarstjóri í tryggingarfelagnum Codan, og ein av høvundunum handan bókina “Kunsten at gøre karriere”. Hon vísir á onnur viðurskifti á arbeiðsmarknaðarmentanini:
- Í nógvum fyritøkum hava relatiónir framvegis nógv at siga, tá størv skulu setast. Tað merkir, at fólk hava lyndi til fyrst og fremst at velja tey, tey kenna – og harvið verður tað ofta eitt val millum Rip, Rap og Rup. Leiðslan velur nøkur út, sum líkist henni sjálvari, sigur Jeanette Løgstrup.

Barnleysir kvinnuligur stjórar
Fyritøkurnar mugu arbeiða miðvísari við at útvega starvsfólk á einum breiðari grundarlagi, har kvinnur eisini koma við. Men grundleggjandi er orsøkin til skeivleikan tvístøðan millum karrieru og familjulív, sigur hon.
Nógvar kvinnur uppliva hetta sum eitt antin-ella, heldur hon. Kanningar vísa, at fjórði hvør kvinnuligur toppstjóri er barnleys. Tær hava rætt og slætt valt karrieruna fram um børn. Og júst hetta valið vilja aðrar kvinnur ikki taka. Tí steðga tær karrieruni, sigur Jeanette Løgstrup.

Velja karrierumenn
Sambært granskaranum Karen Sjørup, økjast trupulleikarnir við at fáa karrieru- og familjulív at hanga saman, tí kvinnurnar ikki vænta, at maðurin tekur sær av heimi og børnum.
Men karrierukvinnurnar gera tað heldur ikki lættari fyri seg sjálvar. Kanningin vísir nevniliga, at næstan helmingurin av teimum giftu kvinnunum í elituni hava valt ein mann, sum eisini hoyrir til elituna. Harvið kunnu tær ikki rokna serliga nógv við honum heima við hús. Til samanberingar hava bara 6% av kvinnunum uttan fyri elituna valt ein elitumann.
- Tað ger ikki júst dilemmaið hjá karrierukvinnunum minni, tí dupultkarrierufamiljur hava jú ov lítla tíð til børnini, sigur Karen Sjørup.

Mexikanska húshjálpin
At barnaansingarmøguleikar hava nógv at siga í sambandi við hugin hjá kvinnum at gera karrieru, vísa eisini fleiri altjóða kanningar. Í USA eru fleiri karrierukvinnur enn í Danmark:
- Ein møgulig orsøk er munurin á barnaansing í hesum báðum londunum. Í Danmark hava vit eina góða almenna barnaansingarskipan, men upplatingartíðirnar eru ósmidligar og skapa ein stressandi úlvatíma í mongum familjum, sigur Jens Bonke, granskari á Socialforskningsinstituttet.
- Í USA lata karrierufamiljurnar typiskt arbeiðið við heimi og børnum upp í hendurnar á einari mexikanskari húshjálp, sum soleiðis ger gerandisdagin meira smidligan. Tað gevur kvinnunum møguleika at engagera seg í karrieruni, sigur Jens Bonke. Han heldur tó ikki økta nýtslu av tænastugentum vera loysnina.

Men hvat siga kvinnurnar sjálvar?
Ein au-pair genta kann eisini vera eitt gott hugskot, um hendan skipanin verður brúkt við umhugsni, heldur Jeanette Løgstrup. Hon brúkti sjálv au-pair gentur í nøkur ár, tá børnini vóru smá:
- Hjá okkum var au-pair gentan til stóra hjálp, tá børnini vóru smá, men tað kann vera svárt at lata ov nógv av barnaansingini upp í hendurnar á øðrum. Tað loysir seg at lata praktiskar uppgávur upp til hennara, so sum reingerð, klædnavask og matgerð. Men man missir lætt sambandið við barnagarðin ella frítíðarskúlan, um tað altíð er onkur annar, sum fylgir børnunum til og frá, sigur Jeanette Løgstrup.

Filipinskar arbeiðsgentur
Samstundis er talið á tænastugentum vøkstri. Síðst í 90’unum fingu umleið 500 útlendskar au-pair gentur uppihaldsloyvi í Danmark. Seinastu árini er talið vaksið til umleið 1500 um árið. Hesa gongdina hevur Karen Sjørup eisini lagt merki til í sínum grannalagi á Frederiksberg í Keypmannahavn:
- Eg síggi jú í teimum ungu familjunum, at har koma fleiri og fleiri fillipinskar gentur inn, sum skulu hjálpa til í tí ómenniskjaliga dupultkarrierulívinum við trimum samansjóðaðum børnum. Men hóast au-pair modellið skapar meira javnstøðu, hugsi eg ikki, tað er nakað columbusegg. Tað liggur djúpt í danska hugburðinum, at man jú skal ansa sínum børnum sjálvur, ella lata tey til útbúnar pedagogar at ansa.

Menninir inn á banan
Sambært Jens Bonke skal man heldur finna aðrar loysnir:
- Menninir mugu átaka sær størri part av uppgávunum við børnunum og húsarbeiðinum. Og upplatingartíðirnar á ansingarstovnunum kundu eisini verið meira liðiligar, sigur hann.
Helle Neergaard, lektari í leiðslu á Handilsháskúlanum í Århus, er samd í, at hetta kann vera ein vegur til at fáa fleiri kvinnur í elituna. Men hon heldur eisini, at hugburðsbroyting skal til hjá kvinnunum.
- Tað er ov lætt bara at skjóta alla ábyrgd frá sær. Tað snýr seg eisini um valið hjá kvinnunum. Nógvar kvinnur kvíða fyri at gera karrieru, tí tær ímynda sær, at tað er ”kalt á toppinum”, og tí tær leiðaratypurnar, tær síggja fyri sær, eru menn, sum tær ikki kenna seg aftur í, sigur hon.

Kvinnurnar eru harðar
Sambært Helle Neergaard verður tvístøðan hjá kvinnum ikki lættari av, at nógvar kvinnur praktisera ein form fyri sjálvjustits og bólkatrýst. Tað hevur hon sjálv upplivað, tá hon fyri nøkrum árum síðan valdi at fara 6 mánaðir í barsilsfarloyvi. Fleiri kvinnur vóru firtnar inn á hana og spurdu, hví í allari verðini hon ikki tók foreldrafarloyvi.
Her bleiv eg sum karrierukvinna stemplað sum ein vánalig mamma, og nettupp hetta stemplið heldur nógvum kvinnum aftur, sigur Helle Neergaard.

Menninir taka kjansin
Útgreiningar vísa, at elitan í dag er býtt í tvey segment, sum hava ymiskar karrieruvegir og mentanareyðkenni. Kvinnurnar eru serliga í ”útbúgvingarelituni”, har vegurin til eitt vællønt starv gongur gjøgnum eina langa útbúgving. Her telja tær 25%.
Harafturímóti eru bara 13% kvinnur í hinum segmentinum – millum sokallaðu entreprenørarnar, sum hava vællønt størv uttan at hava serliga langa útbúgving. Tað eru sostatt mest menn, sum byrja eitt virki og fáa succes, ella arbeiða seg upp gjøgnum hierarkiið uttan at veittra við einum fínum prógvi.
Hetta seinra kemur ikki dátt við hjá Helle Neergaard, sum hevur granskað í kynsmunum á íverksetaraøkinum:
- At kvinnur fylla so lítið í entreprenørheiminum hevur nakað at gera við vinnulívið í Danmark. Her hendir vøksturin í smáu virkjunum, har tekniskur ella fakligur kunnleiki krevst. Tað appellerar nógv til menn og lítið til kvinnur.

Útbúgving er kortini vegurin
Helle Neergaard undirstrikar, at í framtíðini verða stórir møguleikar í samspælinum millum mannligar og kvinnuligar leiðsluførleikar. So tað er bara um at smoyggja ermarnar upp, so fleiri kvinnuligir entreprenørar fara at síggjast.
Karen Sjørup heldur tó, at kvinnurnar fyrst og fremst skulu satsa uppá at klintra upp í útbúgvingarelituna, um javnstøða skal røkkast:
- Eg viðgangi, at kvinnurnar enn ikki hava funnið koduna til elituna gjøgnum útbúgving. Yvirhøvur ikki. Men eg haldi kortini, at útbúgving er fyrsta og týdningarmesta stigið á veg móti meira javnstøðu í toppinum á samfelagnum, sigur hon.