Jan Müller
Ráðgevandi Nevndin viðvíkjandi Føroyum hjá danska forsætisráðharranum er komin við nýggjari frágreiðing um føroyska búskapin.
Nevndin sigur í niðurstøðu síni, at ymiskar orsøkir gera tað neyðugt at minka um búskaparliga virksemið í Føroyum. Tað snýr seg serstakliga um at tryggja eitt lønarstøði, sum er sambariligt við eitt nøktandi kappingarføri uppá longri sikt.
Víst verður á, at fiskavirkini í 1998 megnaðu at gerast kappingarfør við kappingarneytarnar í Onglandi, Noregi og Íslandi. Skal henda hepna gongdin kunna halda fram, kunnu føroysku lønarhækkingarnar ikki varandi verða hægri enn tær í útlandinum.
Nevndin sigur víðari, at fyri at tryggja eina javnvág í búskapinum yvir longri tíðarskeið er neyðugt at brúka tær góðu tíðirnar, sum nú eru, til at minka um tað framhaldandi stóru almennu skuldina.
Fyri at fremja ta neyðugu konsolideringina og fyri at minka um vøksturin í búskapinum vísir nevndin á fleiri gongdar leiðir:
1. At vit fremja almennar sparingar. 2. At vit hækka skattirnar og avgjøld. 3. At vit taka stig, sum økja um privatu uppsparingina.
Nevndin sigur víðari, at besti mátin at stramma búskapin uppá er at betra um búskaparliga bygnaðin í landinum.
Nevndin mælir tí eisini til, at Føroyar fáa eina stramma fíggjarlóg í 2000 og tey komandi árini. Mælt verður til eina endurskoðan av MVG-lógini, sum ger, at allur umsetningur í Føroyum verður MVG-skyldugur.
Eisini verður mælt til ?udfasning? av tí hækkaða tilskotinum til rentuútreiðslur á húsalánum. Somuleiðis til ?eliminering af den nuværende skattemæssige forskelsbehandling af indskud mv. i færøske og andre pengeinstitutter.? Og at enda verður mælt til: ?Udfasning af den tilbageværende støtte til fiskeriet, herunder indtægtsstøtten og skattefrihed?.
Nevndin vísir á, at nakrar av broytingunum kunnu setast í verk skjótt, meðan aðrar m.a. mugu fremjast stigvíst fyri at tryggja búskaparligan stabilitet.
Eisini heldur Ráðgevandi Nevndin - út frá verandi búskaparligu støðu - at tað er rætt av landsstýrinum at seta í verk eina kravda uppsparing á pensiónsøkinum frá 1. januar ár 2000. Sum grundgeving sigur nevndin, at hetta kann minka um trýstið á búskapin beinanvegin og kann eisini verða við til at skunda undir gongdina at økja um uppsparingina til pensiónsárini. Harvið kann føroyska samfelagið verða betri fyrireikað til, at størri parturin av íbúgvunum í næstu øld verða eldri fólk.
Nevndin sigur eisini, at um so er, at inntøkurnar frá fiskivinnuni halda fram við at vaksa, so kann tað skjótt verða neyðugt at stramma fíggjarpolitikkin uppaftur meira. Tí mælir Ráðgevandi Nevndin til, at tað verður fylgt sera væl við gongdini í búskapinum.
Ráðgevandi Nevndin mælir eisini landsstýrinum til at halda aftur við at gera nýggjar stórar íløgur, sum hava við sær økt búskaparligt virksemi í Føroyum.










