Hægri løn til landsins hægstu

Løgmaður fer góðar 200.000 krónur upp í løn, meðan landsstýrisfólkini fáa smáar 200.000 krónur omaná lønina. Kostnaðarendurgjaldið verður broytt til skattafrían ráðharrabil. Afturfyri verður gullrandaða eftirlønarskipanin broytt, soleiðis at hon líkist meira tí hjá meiniga fólkinum.

Álit um samsýning og eftirløn landsstýrismanna er júst handað løgmanni, sum heldur tíðindafund í Tinganesi.

Tilmælini eru í høvuðsheitum hesi:

Løgmaður skal lønast við 130 prosentum av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins. Tað gevur løgmanni eina lønarhækkan á 208.000 krónur, úr 693.778 upp í 901.911 krónur um árið.

Landsstýrisfólk skulu lønast við 110 prosentum av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins. Tað gevur landsstýrisfólkunum eina lønarhækkan á 173.000 krónur, úr 590.294 krónum upp í 763.156 krónur um árið.

Skipanin við kostnaðarendurgjaldi, har landsstýrisfólk kunnu fáa upp til 163.000 krónur skattafrítt árliga, alt eftir hvar í landinum tey hava adressu, verður strikað. Í staðin skulu løgmaður og landsstýrisfólk fáa ókeypis og skattafrían ráðharrabil at ráða yvir. Tó fær løgmaður eisini heimild til at játta landsstýrisfólkum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í høvuðsstaðnum.

Fasta árliga upphæddin til borðfæ, ávíkavist 85.411 til løgmann og 28.470 krónur til landsstýrisfólk frítt at ráða yvir, verður tikin av. Ístaðin verða útreiðslur til umboðan tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá ymsu aðalráðunum.

Tað verður mótroknað í fráfaringarlønini í teimum førum, har landsstýrisfólk hava aðra lønarinntøku í fráfaringartíðarskeiðinum, soleiðis at tað almenna bara rindar munin.

Verandi eftirlønarskipan, har løgmaður og landsstýrisfólk tjena sær fulla eftirløn, sum er 60 prosent av lønini eftir átta arbeiðsár í Tinganesi, skal broytast. Í staðin skal landið rinda løgmanni og landsstýrisfólkum 15 prosent av lønini í eina góðkenda eftirlønarskipan.

Maria á Dul (forkvinna), Jóhan J. Lamhauge og Miriam Haraldsen manna nevndina, ið Kaj Leo Holm Johannesen í mai í fjør setti at smíða eitt álit við tilmælum um, hvussu løgmaður og landsstýrisfólk skulu lønast.

Nevndin heldur, at tilmælini eiga at verða sett í verk sum ein samlað loysn. Verða bara ávís tilmæli fylgd og onnur ikki, er vandi fyri at ótilætlaðir skeivleikar koma í, sigur nevndin.