Hægri játtan til dagstovnaøkið

Ongantíð seinastu átjan árini hava arbeiðsumstøðurnar innan dagstovnaøkið og viðurskiftini sum heild hjá børnum í Tórshavnar kommunu verið so trupul og avbjóðandi sum júst nú. Soleiðis stóð at lesa í skrivið frá álitisfólkunum fyri bert góðari viku síðani.

Vit hava søguliga góðar tíðir, samlaðu inntøkur kommunurnar eru omanfyri milliardina, hon er somuleiðis skuldarfrí og kortini hoyra vit javnan lemjandi atfinningar um skilið á dagstovnaøkinum, har pedagogar rýma úr teirra størvum og arbeiðsgleði og trivnaður fána burtur. Hvussu ber hetta til?

Tað er greitt, at normeringin av starvsfólkum ikki hevur fylgt við øktum krøvum til námsfrøðiligu uppgávurnar á stovnunum seinastu árini. Her má heilt einfalt ein hægri játtan til at nøkta tørvin á økinum.

Eisini er neyðugt, at vit frameftir skipað økið soleiðis, at børnini ikki koma at líða undir, at ein stovnur verður raktur av øktum útreiðslum, t.d. tá ið starvsfólk gerast sjúkrameldað í ávíst tíðarskeið ella rakstrarútreiðslur stovnsins hækka óvæntað á annan hátt – øll børn mugu tryggjast ein grundleggjandi rætt til javnbjóðis kor og sama tal av starvsfólkatímum óansæð hvør dagstovnur í kommununi talan er um.

Børnini eru framtíðin og tað er als ikki nøktandi, at støðan er, sum hon er. Tí eiga vit støðugt at raðfesta børnini og tær skipanir, sum tey liva undir hvønn dag. Hetta umfatar m.a. eisini kantinuskipanir vm.

Alt hetta krevst eina hægri játtan og tí er grundleggjandi spurningurin til tey, sum eru ímóti hesum ætlanum, at um tað ikki er júst nú í hesum søguliga góðu tíðum, nær skal dagstovnaøkið so raðfestast hægri?

Talan er um eitt kjarnuøkið í kommununi og tí mugu vit komandi fýra árini fáa eitt virðiligt støði, har børn og starvsfólk trívast. Vit mugu hava eitt býráð fyri borgaran og hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á býráðsvalinum týsdagin 10. november 2020.