Hægri avgjøld avleiðingar fyri ferðavinnuna

Atlantsflog mælir landsstýrinum til at forða fyri, at tað verður dýrari at nýta flogvøllin í Vágum, ella at ferðaavgjaldið minkar, so kostnaðurin fyri ferðafólk verður tann sami.

Flogfelagið sigur, at hóast avgjøldini til flogvøllin í Vágum ikki eru hækkað tey seinnu árini, hevur flogvøllurin havt munandi inntøkur, tí ferðafólkatalið er nógv vaksið, og haraftrat hevur floghavnin havt munandi inntøku burtur úr sáttmálanum um tollfría sølu í Vágum.

Vága Floghavn hevur gjørt av at hækka avgjøldini 55 kr. fyri hvønn ferðandi. Harumframt rinda tey ferðandi 130 kr. í beinleiðis skatti gjøgnum ferðaavgjaldið.

Atlantsflog sigur, at tá myndugleikarnir hækka avgjøld, fer rokningin beinleiðis til tann. Avleiðingin verður dýrari ferðaseðlar, og Føroyar fara at teljast millum londini í Evropa við dýrastu avgjøldunum.

Ferðafólkatalið fer at minka, og umsetningurin og inntøkurnar í ferðavinnuni sum heild fara at minka, sigur Atlantsflog.