Høgravongurin í Sveis afturgongd

Fyri fyrstu ferð í 20 ár fekk tann høgrasinnaði Sveisiski Fólkaflokkurin afturgongd, tá teir sveisisku veljararnir mannaðu ein part av tjóðartinginum av nýggjum í dag.

Flokkurin, sum millum annað er fyri at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at koma til Sveis, fekk 26,8 prosent í dag ímóti 28,9 prosentum á seinasta vali.

Vinnarar á valinum í dag vóru Tey Grønu og tann konservativi Demokratiski Flokkurin, meðan sosialdemokratarnir høvdu lítla afturgongd.

Í dag skuldu teir sveisisku veljararnir velja tey 200 umboðini í aðrari tingdeildini og 45 av teimm 46 sessunum í hinari. Úrslitið er avgerandi fyri, hvussu tann nýggja stjórnin fer at síggja út. Hana skal tingið manna tann 14. desember.