Høgrasamgongan í Ísrael missir undirtøku

Valsamgongan í Ísrael millum høgraflokkarnar Likud og Beiteinu hevur fingið mótrák, nú knappar tríggjar vikur eru til tjóðartingsvalið.

Ein meiningakanning hjá blaðnum Haaretz vísir, at hevði valið verið í dag, hevði valsamgongan hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra og Avigdor Lieberman, uttanríkisráðharra (myndin) fingið 34 umboð í Knesset. Tað er tríggir færri, enn kanningar fyrr hava víst. Arbeiðaraflokkurin fær eftir kanningini 16 tinglimir ella ein færri enn í seinastu kanning.

Tann stóri vinnarin verður Heim Gýðinga, sum er flokkurin hjá teimum víðgongdu átrúnaðarligu. Hann fær eftir kanningini 14 tinglimir ella 11 fleiri, enn hann hevur.

Valið í Ísrael verður tann 22. januar.