Høgraleiðari myrdur í Suðurafrika

Eugene Terreblanche, sum var leiðari hjá teimum hvítu á høgravonginum í Suðurafrika, er funnin myrdur á garði sínum. Løgreglan heldur, at arbeiðsfólk á garðinum hava beint fyri honum.

Terreblanche, sum var formaður í Afrikaner Weerstands Beweging, var einsamallur við hús, tá ókendir menn brutu inn til hansara í gjárkvøldið og myrdu hann.

Løgreglan hevur tikið tveir menn, sum arbeiddu á garðinum, og teir eru skuldsettir fyri at hava myrt teirra 69 ára gamla arbeiðsgevara, skrivar Reuters. Sum skilst høvdu arbeiðsfólkini á garðinum ikki fingið løn, sum tey áttu til góðar.

Eugene Terreblanche var í síni tíð íðin talsmaður fyri at varðveita tað hvíta apartheid-stýrið í Suðurafrika.