Høgni vann

- Sera væleydnað tiltak, hóast fyrra helvt var eitt sindur spøk - teir voru alt ov samdir, men eg haldi, at seinna helvt var sera undirhaldandi.
Hvør vann?
Høgni vann. Hann dugdi sera væl at venda tí, sum Jóannes segði ímóti honum sjálvum, men Jóannes tosaði harðari. Eg haldi, hetta er sera gott, eg havi fingið eina klárari mynd av til dømis hvørjum Jóannes Ejdesgaard stendir fyri, og eg haldi at tað var gott, at tað ikki var loyvt at seta spurningar úr salinum. Kjakið kundi tó verið betur stýrt. Onkuntíð vóru teir kvettir av ov skjótt, og onkuntíð fingu teir ov langar teymar.